Tveit ikki framtíðina burt!

Hevur tú ætlanir um at endnurnýta meira av dagliga húsarhalds burturkastinum, so er ein kompost skipan ein góð loysn. Vit vísa her hvussu ein kann byggja ein kompost/sankutøðkassa burturúr endurnýttum plattum.  Veitst tú ikki hvussu tú skalt bera teg at, so er her ein løtt, bílig og burðardygg loysn.

Næmingar: Maud Wang Hansen, Kwabena Mensah
Útbúgving: West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management

Kompost/sankutøðkassi

Sum lesandi á Fróðskaparsetur Føroya á West Nordic Studies, eru vit tvey master lesandi, sum hava gjørt eina kompost skipan úr undurnýttum plattum.

Hevur tú ætlanir um at endnurnýta meira av dagliga húsarhalds burturkastinum, so er ein kompost skipan ein góð loysn. Vit vísa her hvussu ein kann byggja ein kompost/sankutøðkassa burturúr endurnýttum plattum.  Veitst tú ikki hvussu tú skalt bera teg at, so er her ein løtt, bílig og burðardygg loysn.

Vel røttu plattarnar

Tað ber til at fáa hendur á brúktum plattum ókeypis. Spyr hjá strandferðsluni, byggifyritøkum ella handlum. Tá ein skal velja plattar at byggja kompostin av, er tað týdnignarmikið, at syrgja fyri at velja plattar, sum hava umhvørvisstempul á. Summir plattar hava ymisk eitrandi evni í sær, sum eru skaðilig fyri umhvørvið og ikki gott at brúka í samband við mat. Tað snilda við at brúka endurnýttar plattar er eisini, at botnurin, tá hann er nógv brúktur, verður niðurbrotin og gerst partur av kompostinum.

Skilir tú?

Ein partur av føroysku umhvørvisátøkunum er ruskinnsavnanin, sum kommunurnar standa fyri. Í Føroyum eru tveir kommunalir ruskinnsavningarstovnar, IRF og Tórshavnar kommuna.

Alt ruskið, sum føroysku húsarhaldini koyra í ruskposan verður brent. Undantak er tó fyri innsavnan av reinum pappíri og sundurskiljing av eitrandi evnum, jarni og el-lutum. Hvønn dag knossa ruskinnsavningarfólkini tons av burturkasti, sum verður brent.

Av tí at grønt húsarhaldsburturkast hevur lágan brennieginleika gevur tað lítla avlopsorku. Øll brenning dálkar luftina, sum gerst súr og tá tað regnar dettur hetta niður og dálkar umhvørvið. Serliga vatn og mold verða dálkaði.

Ein liður í at ansa væl eftir umhvørvinum er m.a. at gera síni egnu sankutøð at brúka tá veltast skal ella sum tøð til plantur í urtagarðinum. Hetta ber til um tað er í heilt smáum mongdum í tínum egna garði ella á einum lítlum staði.

Føroyar sum partur av Agenda 21

Á altjóða umhvørvis ráðstevnu í 1992 í Rio, var arbeiðsætlanin Agenda 21 gjørd. Her var ein ætlan løgd fyri hvussu heimsins lond kunnu minka um umhvørvisdálkingina, sum er ein stór hóttan móti náttúruni, mannaættini og djóralívinum, bæði á sjóvgi og á landi. Agenda 21 leggur upp til, at lond, eins væl og kommunur, felagsskapir og einstaklingar leggja ætlanir fyri hvussu mest møguligt kann vera gjørt til tess, at minka um dálkingina av umhvørvinum.

Føroyar hava skrivað undir Agenda 21 sáttmálan og hava harvið tikið ábyrgd og sett sær mál til tess at fremja átøk, sum verja einstaklingin, landið og harvið umheimin móti óneyðugari dálking. Nevnast kunnu tríggjar orsøkir til at seta í verk burðardyggar menningarætlanir:

  • Fíggjarligar
  • Heilsuligar
  • Sosialar

Úr vøggu í vøggu
Burðardyggar orsøkir krevja burðardyggar loysnir. Burðardygt merkir, at núverandi ættarlið fara við umhvørvinum á ein so skilagóðan hátt, at komandi ættarlið kunnu taka yvir, uttan at vera verri fyri enn vit eru nú, helst betri. ”Úr vøggu í grøv” verður mangan tikið til, men eitt nýggjari orðatak, sum stuðlar undir burðardygga hugsunarháttinum er ”Úr vøggu í vøggu”. Hetta merkir, at vit í royndunum at verja okkara umhvørvi, eiga at taka atlit til komandi ættarlið og ikki bert okkum sjálvi.

Tann `glokali´ vinningurin
Einstaklingar kunnu gera mun, til tess at verja umhvørvið. Í fleiri útlondum eru gjøld løgd á burturkast. Soleiðis er tað ikki hjá okkum, og tó er ávísur vinningur í at endurnýta tað grøna burturkastið. Figgjarligi, heilsuligi og sosiali vinningurin, liggur bæði hjá einstaklinginum, samfelagnum og altjoða heiminum sum heild.

Heimakompostur – endurnýtlsa úr enda í annan
Einfalda loysnin er ein kompostskipan, har tað vit kalla ”grønt” húsarhaldsburturkast verður savnað í einum kompostkassa og gjørt til sankutøð. Eisini ber til at endurnýta burturkast frá urtagarðinum, bløð, greinar o.a.

Einstaklingar, grannaløg ella felagsskapir eins væl og fyritøkur kunnu fyri sera lítlan pening byggja eina einfalda kompostskipan, at savna grøna húsarhaldsburturkastið í og gera hetta til sankutøð. Sankutøð er framúr gott at nýta til velting av eplum og øðrum grønmeti. Tøðini ríka moldina og rigga eisini væl sum ískoyti í urtagarðinum.

Við eini eifaldari kompstskipan har grøna húsarhaldsburturkastið verður endurnýtt, slepst undan at brenna óneyuga nógva burturkastið og ruskposarnir vera munandi lættari at flyta eins og útlátið av brenningini minkar.

Í staðin fyri at keypa kunsttøð, fært tú á henda hátt tíni egnu sankutøð, sum eru framleidd á burðadyggan hátt. Fíggjarligi og heilsuligi vinningurin er, at tú kanst eta epli og grønmeti sum ikki hava verið í samband við kunsttøð. Umhvørvisliga er hetta burðardygt og verjir umhvørvið fyri óneyðugari dálking. Grannaløg, felagsskapir ella virkir, einstaklingar eins og familjur, børn, ung og eldri kunnu luttaka í kompost skipanini og hava góðar løtur við ríkari læring til yngra ættarliðið og stuttleika saman. Sosiali felagsskapurin økir um trivnaðin hjá teimum, sum luttaka.

Tveit ikki framtíðina burt
Tilfarið, sum kann koyrast í kompostin er ”grønt” húsarhaldsburturkast: leivdir frá grønmeti, frukt, eggjaskal, kaffi og te. Eisini ber til at brúka wc-rullurør og eggjabakkar.

Til ber, at ala maðkar
Vit hava tosað við fólk sum hava varnast, at eingir ella fáir maðkar eru í moldini. Maðkar eru góðir at hava í moldini, um tað er tað slagið, sum ríkar moldina. Sambært einum serfrøðingi, hevur flatmaðkurin, sum er komin til Føroya við innfluttum vørum úr New Sælandi, oytt útvið 90% av vanliga føroyska maðkinum. Maðkar eru góðir at koyra í kompostkassan tí teir eru við til at niðurbróta tað grøna burturkastið, so tað skjótari gerst til sankutøð.

Her er eitt dømi um, at til ber, at ala maðkar heima við hús.