Visjón

Lindbergs Hús vóru í 2000 givin Fróðskaparsetur Føroya í arv eftir Pól J. Lindberg. Húsini hava síðani tá verið nýtt til lestraríbúðir.

Í apríl 2016 var gongd sett á verkætlan um at endurnýggja húsini. Húsini skulu nútíðargerast, so at tey gerast so burðardygg og umhvørvisvinarlig sum til ber, samstundis sum tey eisini skulu vera tøkniliga framkomin.

Ætlanin er at Lindbergs Hús gerast ein nágreinilig stakkanning (case study) av hvussu eini eldri hús kunnu fáast so burðardygg og umhvørvisvinarlig sum gjørligt – soleiðis at til ber at vísa á tey sum eitt dømi um møguleikarnar fyri komandi grøna orkuskiftið. Ynski er, at til ber at máta og granska í øllum sum fer inn- og kemur út úr húsinum – og samstundis hava, við sensorum og tólum, eftirlit við teimum soleiðis at dáta kann savnast inn um tey.

Vónandi kunnu næmingar, lærarar, vinnan og stovnar koma saman um at royna ymiskar verkætlanir, ið betra um okkara felags vitan vv. grønari orku. Ætlanin er síðani at hendan vitan skal kunna miðlast til allar borgarar á ein einfaldan og nýtiligan hátt.

Lindbergs Hús gerast á henda hátt bæði lestraríbúðir, karmur um gransking, framløguhøli, framsýningarhús har til ber hjá almenninginum at vitja og læra um loysnir og royndir